Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

COP15: Filmar um veðurlagsbroyting

Heimsfrumsýning av filmunum “Environmental Atlas of Europe” og “One degree matters” var sunnudagin

Filmarnir eru framleiddur nú stóra veðurlagsráðstevnan COP15 er í Keypmannahavn. Tað er Evropeiska umhvørvisstovan (European Environment Agency), sum hevur framleitt filmarnar.

Filmurin “Environmental Atlas of Europe” vísur níggju ymiskar søgur, sum verða sagdar gjøgnum film, myndir og tekstir. Tær vísa hvussu samfeløg klára broytingar í umhvørvinum, við at leggja um til eina burðardygga framtíð.

Tað ber til at taka allan filmin niður á alnetinum. Beinleiðis leinkja:

http://www.eea.europa.eu/cop15/bend-the-trend/environmental-atlas-of-europe-movie

 

Í filminum “One degree matters” fara politikarar og onnur leiðandi fólk til Grønlands, har tey við egnum eygum uppliva, hvussu veðurlagsbroytingarnar síggjast í Grønlandi við at innlandsísurin við skjótari ferð tiðnar. Hetta gevur teimum eitt innlit í árinini á náttúruna av hækkandi miðalhitanum, og hvussu veðurlagsbroytingarnar eisini ávirka samfelagsbúskapin. Í filminum er nýggjasta vitanin um árinini av verðurlagsbroytingunum í Arktis savna saman, og greitt verður frá, hví ein hækkan av miðalhitanum á eitt stig ger mun og kann hava álvarsamar avleiðingar í framtíðini.

Tað ber til at taka allan filmin niður á alnetinum. Beinleiðis leinkja:
 

http://www.eea.europa.eu/cop15/bend-the-trend/one-degree-matters-movie

 

 

Trýst her og tú kemur inn á okkara evnissíðu um útlát av veðurlagsgassi

 

Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo