Bisphenol A í suttufløskum?
Hesum kanst tú hyggja eftir, um tú vilt hava eina suttufløsku, sum ikki inniheldur bisphenol A:
Bisphenol A er eitt av teimum við tíðini nógvu evnunum, sum eru undir illgruna fyri at hava neilig árin m.a. á hormonskipanina, og av og á fáa vit spurningar um Bisphenol A og suttufløskur. Tí hava vit hugt eitt sindur eftir evninum og halda, at vit hava nøkur boð uppá, hvussu ein rættiliga lætt kann tryggja sær at suttufløskan, ætlanin er at keypa, ikki inniheldur Bisphenol A. Tað sum krevst er góð eygu, tí vørumerkingar og vørulýsingar eru ofta skrivaðar við smáum bókstavum!
Merking á fløskuni
Nøkur sløg av plasti kunnu innihalda Bisphenol A, men ikki øll! Tað ber til sjálv/ur at finna útav, um ein suttufløska inniheldur Bisphenol A við at hyggja eftir, hvørjum evni fløskan er gjørd úr. Ofta stendur tað undir botninum á fløskuni, sum t.d. ein stytting: PET, PP, HDPE ella líknandi, saman við eini tal-kodu í einum tríkanti, sum sigur, hvussu vøran skal endurvinnast.
Bisphenol A er at finna í plasti, sum er gjørt úr polycarbonat (stytt PC) ella polyvinylchlorid (stytt PVC). Tað er bert í teimum førum, har tal-kodan er 7, at Bisphenol A kann vera í plastinum, umframt í teimum førum har kodan er 3 og plastið, sum vøran er gjørt úr, er PVC. Suttufløskur verða tó vanliga ikki gjørdar úr PVC, so sostatt kann lættliga sleppast undan iva við at lata vera við at keypa suttufløskur, sum eru merktar PC, ella har tú sært ein trýkant við einum 7 tali innaní.
Um henda kodan (7 tal í einum tríkanti) stendur á suttufløskuni, kann hon innihalda Bisphenol A.
Stendur tað á vøruni, at hon er uttan Bisphenol A, t.d. á enskum sum ” BPA free”, kann roknast við, at vøran er uttan Bisphenol A, tí BPA er ein stytting fyri Bisphenol A. Hetta er eisini galdandi, um vøran, samstundis sum hon er merkt ”BPA free”, eisini er merkt við koduni 7, tí kodan 7 merkir ikki í sjálvari sær, at vøran er gjørd úr polycarbonat við Bisphenol A.
Stendur á vøruni, at hon er gjørd sambært EN 14350, so merkir tað, at hetta er eitt drekkiílat, sum er gjørt til børn sambært ES standardi, har millum annað krøv eru til tilfarið, íroknað hvussu nógv av hesum kann frígevast.
Bann í Kanada
Kanada hevur tikið stig til at banna suttufløskum, sum eru gjørdar úr polycarbonat og sum innihalda Bisphenol A. Tað er gjørt meira fyri at ”binda um heilan fingur” fyri at verja børnini, tí tað er ikki staðfest, at pinkubørnini har hava so høgt innihald av Bisphenol A í sær, at tað kann elva til heilsuvanda. Sí eisini niðanfyri:
“Canada is the first country to move ahead with regulations to prohibit polycarbonate baby bottles that contain bisphenol A. The Government has concluded that exposure levels for newborns and infants up to 18 months of age are below those that could cause health effects. However, due to the uncertainty raised in some studies relating to the potential effects of low levels of BPA, the Government wants to further limit exposure. (Health Canada 26 juni 2009, http://hc-sc.gc.ca/ahc-asc/media/nr-cp/_2009/2009_106-eng.php) |
BPA kanningar í Føroyum
Fyri nøkrum árum síðani kannaði Umhvørvisstovan BPA í reinsiverkum (Sersjantvíkini og við Landssjúkrahúsið), á tyrvingarplássum, í sjógvi og sedimentum, í kræklingi, toski, teistaeggum og grindahvalalivrum. Úrslitini eru at finna í frágreiðing á enskum her.
Meira er at lesa um Bisphenol A og suttufløskur í grein í “Miljø og sundhed”
Vilt tú vita meira um hetta evni, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam á Umhvørvisstovuni, tlf. 232470