Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Altjóða reglur um kyksilvur

Á fundi í Nairobi í Kenya eru umhvørvismálaráðharrarnir í ST vorðnir samdir um at gera altjóða reglur um nýtslu av kyksilvuri.

Á fundinum er londini vorðin samd um at fara í gongd við at gera eitt uppskot til ein altjóða kyksilvur sáttmála. Avtalað er, at sáttmálin skal umfata minking av kyksilvurútláti til luft, reinsan av økjum, sum eru dálkað við kyksilvuri og at eftirspurninginum eftir kyksilvuri í produktum og ídnaðarvirksemi skal minkast.

Samráðingarnar í ST høpi um tær nýggju altjóða reglurnar byrja seinni í ár og væntast at vera lidnar í 2013.

Kyksilvur hevur verið nógv umrøtt í Føroyum gjøgnum árini, tí so høgar nøgdir av kyksilvuri finnast í grindahvali, og nógvar kanningar hava verið gjørdar sum lýsa og staðfesta árin av kyksilvuri, serliga á børn.
Sí tíðindastubba frá danska umhvørvismálaráðnum her. Leinkja til tíðindaskriv frá UNEP her.