Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Á triðja sinni luttekur Umhvørvisstovan á Jobmatch

Umhvørvisstovan er eitt arbeiðspláss við ógvuliga breiðum úrvali av útbúgvingum og serførleikum innan mongu ábyrgdarøkini, stovnurin umsitur.

Jobmatch er tí frálíka góður sýnisgluggi hjá Umhvørvisstovuni og gott høvi at at hitta lesandi og nýliga útbúgvin fólk á máli at práta um tær spennandi avbjóðingar, ið eru á arbeiðsøkjum okkara.  Størv hanga ikki á trøunum, men møguleikarnir fyri starvsvenjing og evni til projekt eru góðir.
 

"Vit vilja fegin vísa okkara arbeiðspláss fram og verða sjónlig í mun til tey lesandi og tey, ið nýliga hava fingið eina útbúgving", sigur Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni 
 
Jobmatch 2012 verður í Østrøms fabrikk, á Skálatrøð tann 28. desember frá kl. 13 til 22.
 

Les meira um Jobmatch her.

 

Vil tú vita meira ber til at venda sær til Ólavur Guttensen, samskipara á Umhvørvisstovuni, tlf. 599797 ella senda ein t-post á olavur@us.fo