Veðurlagsbroytingar í Føroyum

Hækkandi vatnstøða, broytt gýtingarmynstur hjá toski og at tað regnar meira tá tað regnar eru nøkur dømi um, hvussu Føroyar eru ávirkaðar av veðurlagsbroytingum. Hesi og onnur dømi vórðu løgd fram á Veðurlagdegnum 2026. Nú er samandráttur frá degnum tøkur, sí her.
Høvuðsendamálið við árliga Veðurlagsdegnum er at varpa ljós á vitan og dátur um veðurlag og veðurlagsbroytingar í Føroyum.
Temaið fyri Veðurlagsdagin 2026, sum var hildin 22. apríl 2026 í Kongshøll, var ávirkan. Fleiri av framløgunum snúðu seg tí um júst ávirkan. Í hvønn mun eru Føroyum raktar av veðurlagsbroytingum? Hvør ávirkan er væntandi? Hvussu viðkvæmar eru Føroyar?
Kring allan heim eru lond og fólk, sum eru rakt av veðurlagsbroytingum, og nógv verður granskað í, hvørja ávirkan broytt veðurlag hevur á bæði náttúrligar og mannaskaptar skipanir.
Ein týðilig ávirkan í Føroyum er hækkandi vatnstøða. Út frá vatnstøðumátingum og fylgisveinamátingum sæst, at vatnstøðan við Føroyar er hækkað 10 cm seinastu 30 árini. Sambært forsøgnum verður vatnstøðan í Føroyum millum 38 og 68 cm hægri í 2100, t.e. um 75 ár. Les tilmælið her.
Onnur broyting er økti sjóvarhitin kring Føroyar, sum longu hevur havt ávirkan á lívið í havinum (sí eisini s. 10-11):
- Toskur í norðara økinum á føroyska landgrunninum er bæði fluttur eystureftir í kaldari øki og gýtir umleið ein mánað fyrr samanborið við eldri lýsingar.
- Kanningar benda á, at nebbasild kann vera nær við sítt ovara hitamark, har sjálvt smáar hitaøkingar kunnu hava stórar avleiðingar fyri orkugoymslur og yvirlivilsi.
- Gýtingin hjá reyðæti síðst í apríl er minkað.
Eisini varð á Veðurlagsdegnum í ár komið inn á, at føroyska veðurlagið broytist ella tykist at vera fyri broytingum:
- Veðurstovan vísti á, at veðrið í 2025, samanborið við nýggjastu útrokningarnar av miðal veðurlagstølum fyri farnu umleið 30 árini, sonevndi klimanormalin, var lutfalsliga lýtt, turt og stilt. Hitamátingar, avfalsmátingar og vindmátingar í 2025 góvu allar greiðar ábeningavístu allar ein kláran tendens til, at so var (sí eisini s. 7).
- Í framløguni hjá Andreu Vang, Keypmannahavnar Universitet, um, hvussu ein heitari heimur ávirkar regn í tí Norðuratlantiska økinum, var niðurstøðan, at tá tað regnar, tá regnar tað meira (sí eisini s. 12).
Samandrátturin, myndir og framløgurnar eru tøkar her.
Næsti Veðurlagsdagur verður ætlandi í mars 2027.
Umhvørvisstovan, Havstovan, Jarðfeingi, Tjóðsavnið, Landsverk, Hagstova Føroya, FIRUM, Fróðskaparsetur Føroya og Veðurstova Føroya skipaðu fyri Veðurlagsdegnum 2025.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á us@us.fo.

