Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj kunngerð um fyribyrging og týning av rottu er komin í gildi

Nýggja kunngerðin um fyribyrging og týning av rottu kom í gildi 6. juli 2026 og byggir í stóran mun á kunngerð nr. 147 frá 2017. Endamálið við kunngerðini er at styrkja arbeiðið við at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum og at skapa eitt enn betri grundarlag fyri einum samanhangandi, fakliga grundaðum og fyribyrgjandi arbeiði.

Millum týdningarmestu broytingarnar í kunngerðini eru:

Nógv av hesum arbeiðinum er longu at síggja í verki. Síðani Umhvørvisstovan fór undir løggildingarskeiðini í 2022, hava fleiri kommunur skipað arbeiðið við rottufyribyrging á ein meira miðvísan hátt. Millum annað hava fleiri kommunur sett í verk skipaða týning í haganum og øðrum viðkvomum økjum við tí endamáli at verja føroyska fuglalívið og lívmargfeldið.

Eisini síggja vit, at fyritøkur eru farnar undir at rottutryggja sínar bygningar við hjálp frá teimum, sum longu hava luttikið á skeiðinum.

Nýggja kunngerðin byggir sostatt víðari á eina jaliga menning, sum longu er farin fram í kommununum, og styrkir samstundis karmarnar fyri eitt felags og fakliga grundað arbeiði um alt landið.

Við kunngerðini verður dentur lagdur á at verja tríggjar týdningarmiklar samfelagssúlur: náttúruna, heilsuna og fíggjarligu virðini. Við at arbeiða meira fyribyrgjandi ber til at verja okkara sermerktu náttúru og fuglalív, minka um vandan fyri smittuspjaðing og avmarka teir fíggjarligu skaðarnar, sum rotta kann elva til.

Nýggja kunngerðin er eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at tryggja eitt samanhangandi, framtíðartryggjað og fakliga sterkt rottuarbeiði í Føroyum.

Kunngerðin kann lesast her Lógasavn

Kunngerðir