Súkkluskúrur er komin upp á Umhvørvisstovuni á Argjum

Á Umhvørvisstovuni eru umstøðurnar at súkkla til arbeiðis munandi bøttar, tí nú sleppa súkklurnar undir tak.
Súkkluskúrurin hevur pláss fyri 20 súkklum og hevur leingi verið eitt ynski hjá starvsfólkum, sum súkkla til arbeiðis.
Timburdeildin á Glasi hevur smíðað súkkluskúrin.
Lættari at velja burðardyggar ferðavanar
Á starvsfólkadegnum fyrr í ár vórðu starvsfólk spurd um ferðavanar sínar til og frá arbeiði.
15% svaraðu, at tey altíð ella oftast ganga, súkkla ella taka buss, meðan 83% svaraðu, at tey altíð ella oftast koyra bil.

Av teimum, sum ikki vanliga súkkla, ganga ella taka buss, eru tó fleiri, sum av og á velja ein av hesum ferðamátunum.
Hvørt ár skipar Grøni bólkurin á Umhvørvisstovuni fyri átøkum, sum minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og stuðla undir ringbúskap á stovninum.

