Uppkast til føroyska ætlan um burðardygga menning
Í 2002 varð uppkast um ætlan fyri burðardygga menning handað táverandi landsstýrismanninum við umhvørvismálum, Eyðuni Elttør. Uppkastið til ætlanina bleiv tíverri ikki viðgjørt politiskt og sostatt fyriliggur eingin føroysk ætlan um burðardygga menning.
Uppkast til føroyska ætlan um burðardygga menning.
At gera eina ætlan fyri burðardygga menning er partur av ásetingunum í Agenda 21- skjalinum, sum tey 180 londini, sum luttóku á stóru ST ráðstevnuni í Rio de Janeira í 1992 um umhvørvi og menning, samdust um.
Í ætlanini um burðardygga menning skula londini hvør sær gera eina tjóðarætlan fyri, hvat tey ætla at gera fyri at minka um dálkingina, veðurlagsbroytingarnar, verja ozonlagið, minka um tilfeingisnýtsluna o.s.fr. og á tann hátt geva sítt íkast til tað alheimsliga arbeiðið við burðardyggari menning. Hesar ætlanirnar blivu lagdar fram í 2002 í Suður Afrika, 10 ár eftir ráðstevnuna í Rio.
Uppkastið til føroyska ætlan um burðardygga menning inniheldur m.a. ein serstakan kapittil um orku og útlat av vakstarhúsgassi.
Brot úr kapitlinum um orku í uppkastinum til ætlan um burðardygga menning:
Orkunýtsla og orkuframleiðsla eru týdningarmikil íløguøki fyri burðardyggu menningina. Í fyrsta lagi grundað á ta dálkingina, ið stendst av nýtsluni av fossilum brennievnum, so sum olju og kol, og í øðrum lagi grundað á ta sannroynd, at hesar orkukeldurnar ikki eru varandi.
Fleiri dálkingartrupulleikar standast av nýtslu av fossilu brennievnun. Eitt er, at stórar mongdir av CO2 verða útleiddar. Sambært týðandi granskarum elvir henda sokallaða vakstrarhúsgassin til veðurlagsbroytingar, av tí at miðalhitin á jørðini so smátt økist. Annað er útleiðing av SO2 og NOX- gassum, sum, tá tey koma í samband við vætu í luftini, gerast til ávíkavist svávul- og salpetersýru, sum hava súrandi árin á jørðina og alt, sum á henni finst.
Føroyar hava ikki sett sær mál fyri, hvussu nógv útlátið av vakstrarhúsgassum skal minka innan eitt ávíst áramál, men hetta eigur at verða gjørt, júst sum í grannalondun okkara. Nøgdin av útlátum skal minka, m.a. við at minka um samlaðu orkunýtsluna, betra um orkueffektivitetin og økja um nýtsluna av varandi orkukeldum. Haraftrat er neyðugt at avmarka nøgdirnar av SO2 og NOx-útlátum, m.a. við at nýta reinari brennievni og við betri reinsing av roykinum frá orkuframleiðslu.