Visjón 2015 – orka og veðurlagsbroytingar
“Í 2015 skulu 15% av orkunýtsluni stava frá varandi orkukeldum, og útlátið av vakstrarhúsgassum skal vera 8% minni enn í 1990”
Málið omanfyri er tikið úr grundarsteininum “Umhvørvi”, sum var ein av teimum tólv grundarsteinunum, sum var støðið undir Visjón 2015.
Í strategipapírinum, sum varð sent til hoyringar, verður sagt, at málini skulu røkkast við at:
- 15% av allari orkunýtslu skulu stava frá varandi orkukeldum.
- Veðurlagssáttmálin skal setast í verk, so at útlátið av vakstrarhúsgassum verður avmarkað, og Kyotoavtalan verður løgd fyri Løgtingið til samtyktar.
Víðari, og meira ítøkiliga, er ein ætlan løgd fram til 2015, við hesum táttum:
- Í 2007 eigur at verða farið undir at leggja til rættis ítøkilig átøk, t.d. við fíggjarligum stýringaramboðum so sum avgjøldum og stuðli fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.
- Føroyar skulu strika sítt fyrivarni fyri Kyotoavtaluni og eiga beinanvegin at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, so at tað innan 2012 er á leið 5% og í 2015 8% minni enn í 1990.
- Oljunýtslan skal minkast á øllum økjum – lutfalsliga mest á teimum, sum dálka mest.
- Umhvørviskrøv skulu setast, tá veiðuloyvi til skip verða givin.
- Skipini skulu nýta bestu tøkni, ið er til taks, orkugóðan reiðskap og føra grønan roknskap við fleiri parametrum.
- Umhvørviskrøv skulu setast til alla nýbygging, bæði skip, hús og annað.
- Viðkomandi lóggáva skal lagast til hetta.
- Í 2015 skulu 15% av orkuni stava frá varandi orkukeldum.
- Nýggjar orkukeldur skulu stuðlast, t.d. jarðhiti, alduorka o.s.fr.
- Tøknin skal mennast, og serlig atlit skulu altíð takast at náttúruni.
Í dag kann staðfestast, at enn er stutt komið á leiðini móti visjón 2015, tá tað ræður um partmálið Orka og Veðurlagsbroytingar undir grundarsteininum “Umhvørvi”.
Les meira um, hvat stendur í bókini Visjón 2015 MÁL OG VEGIR um “Orku og veðurlagsbroytingar”, sí s. 168.