Miðdepilin í Føroyum
Um eitt net av punktum, sum er 1 km x 1 km verður lagt yvir Føroyar (mynd 1), ber til at finna miðdepilin, við at taka miðal av øllum koordinatum. Jú tættari tað er millum punktini, tess neyvari kann mittpunktið fastleggjast. Við tekniforritum ber til at finna hetta mittpunkt soleiðis, at tað er óendaliga tætt millum netpunktini.
Koordinatarnir til mittpunktið, sum er avmerkt við einum fixpunkti eru í WGS84.
Koordinatar á mittpunkt Føroya
Fixpunkt nr. | Latitude (breidd) | Longitude (longd) | Hædd |
52056 | 62°04,145′ N | 6°53,554′ W | 346,03 m |
52056 | 62,06908° N | 6,89257° W | 346,03 m |
Her sæst Miðdepul Føroya á foroyakort.fo.
Á mynd 2 sæst, at hetta punkt er umleið 1 km eystanfyri Kalbaksbotn og umleið 9 km frá Tórshavn.
Rættari hevði sostætt verið at sungið: “Kaldbaksbotnur, tú Føroyalands miðstøða var,…….”
Í útrokningunum av miðdeplinum, er ikki roknað við hæddum.
Á mynd 3 sæst at miðdepilin liggur í umleið 350 m hædd.
Myndir frá gongutúri til mittpunktið
Mánakvøldið 6.aug. 2001, varð farið ein gongutúr at finna og avmerkja mittpunktið í Føroyum. Av Oyggjarveginum við Mannafeldsdal, tekur tað umleið 1 tíma at ganga til mittpunktið.
Pláta sett í mittpunktið
Á jóansøku, tann 24. juni 2005, fóru fólk á Matrikulstovuni útferð til Miðdepil Føroya. Við sær høvdu tey eina plátu, sum bleiv fest í punktið.
Her eru myndir frá ferðini: