Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tignarligir fjallatindar

Umhvørvisstovan hevur gjørt ein lista við tignarligum fjallatindum (á enskum: prominent peaks). Hesar treytir eru ásettar fyri at eitt fjall kann kallast tignarligt:

  1. Fjallið skal minst vera 50m høgt frá hálsinum/skarðinum í mun til hægri liggjandi fjall (Prominence factor: 50m)
  2. Fjallið skal vera yvir 100m høgt
  3. Fjallið skal vera á oyggjum og ikki á hólmum
  4. Stakkar, drangar og líknandi eru ikki at rokna sum fjøll

Myndin vísir at Fjallið í Koltri er ein tignarligur fjallatindur tí tað er 62m høgt frá hálsinum og 101m høgt frá havinum.

Úrslitið vísir, at í Føroyum eru 209 tignarligir fjallatindar.
Samanborið við gamla fjallalistan eru 135 fjøll strikaði, meðan 4 fjøll eru løgst aftrat. Hesi eru:

FjallHædd
Hvannagjógvartindur, Viðoy610m
Rivsrøkur, Streymoy575m
Lisshøvdi, Borðoy279m
Borgarheyggjur, Vágar252m
Á hesi síðu

Fílur við tignarligum fjallatindum

Fílur við tignarligum fjallatindum kunnu heintast niðanfyri. Umframt fjallanøvn og hæddir, innihalda fílurnar eisini knattstøður (positiónir).

TignarligirFjallatindar.csv kann lesast við Excel.

TignarligirFjallatindar.kmz kann lesast við Google Earth

Tignarligir fjallatindar