Hvar skerast 62°N og 7°V?
Sum teimun flestu kunnugt skerast 62°N og 7°V í ella norðanfyri Koltursnakk. Hvar skeringspunktið er veldst um, hvat datum talan er um.
FD54 (Færøisk Datum 1954)
Í 1954 vórðu mátingar gjørdar, sum millum annað høvdu til endamáls at fastleggja knattstøðuna (”positiónina”) av Føroyum, t.v.s. millum annað hvar 62°N og 7°V skerast. Fyri at fastleggja knattstøðuna, varð millum annað neyðugt at gera vinkulmátingar til stjørnur.
Allar uppmátingar og øll kort (matrikulkort og grundkort), sum verða gjørd á Matrikulstovuni í dag, eru í FD54.
ED50 (Europæisk Datum 1950)
Í Miðevropa varð í 1950 eitt felags datum gjørt. Í 1976 vórðu satellitmátingar gjørdar í Føroyum, soleiðis at ED50 eisini gjørdist tøkt her. Ein orsøk til, at neyðugt varð við einum felags datum, var millum annað fastseting av fiskimarki.
ED50 flytur 62°N 156 metrar suðureftir og 7°V verða fluttir 187 metrar eystureftir. Íalt ein flyting sum er 244 m.
Føroyakort frá Geodætisk Institut (og KMS), sum eru gjørd eftir 1977 hava geografiskar koordinatar í ED50.
WGS84 (World Geodetic System 1984)
Eftir at meiri vanligt varð við satellitmátingum, gjørdist neyðugt at gera eitt datum umfatandi allan heimin. Tað nevnist WGS84, sum er tað sama sum EUREF89. Í mun til ED50, varð 62°N nú flutt 68 metrar norðureftir og 7°V 105 metrar eystureftir ella íalt 125 m. Samanbera vit við FD54, er flytingin av 62°N 88 metrar suðureftir og 7° 292 metrar eystureftir, ella íalt 305 m.
GPSmátingar verða gjørdar í WGS84.
Niðurstøða
Niðurstøðan av hesum er, at um ein knattstøða verður uppgivin, er eisini neyðugt at siga, hvørjum datum knattstøðan liggur í. Annars kann tað viðføra feilir, sum kunnu verða upp í 305 metrar.