Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hvat kann eg sjálv/ur gera?

Vit kunnu øll minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Minka vit um tilfeingisnýtsluna í gerandisdegnum, minkar útlátið av vakstrarhúsgassi eisini, umframt at vit spara pening.
 

Uppgerðir yvir útlát av vakstrarhússgassi vísa, at umleið ein triðingur av samlaða útlátinum stavar frá privata brúkaranum, t.e. útlát frá húsarhaldum, akførum og el-og hitaframleiðslu.

Stórur partur av útlátinum stavar frá óneyðugari nýtslu og spilli. Hetta ber í sær púra óneyðugt CO2-útlát, sum ongan týdning hevur fyri okkara livifót, men bert er til bága fyri umhvørvið. Harnæst keypa vit nógvar vørur, sum verða tveittar burtur, og tað kostar eisini nógv óneyðugt útlát. Tað snýr seg tí í stóran mun um at broyta hugburð og býta ringu vanarnar um við góðar.

Umhvørvisstovan hevur gjørt ein faldara við góðum ráðum um, hvussu vit kunna minka um spill og óneyðuga nýtslu, og harvið eisini um CO2 útlátið.

Les her eisini greinar í Frøði um útlátið frá privata brúkaranum: