Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Útlátið av vakstrarhúsgassi minkaði í 2022

Útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum var í 2022 1,0 mió. tons í CO2 eindum. Fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár er útlátið munandi minkað. Útlátið í 2022 var 6 % minni enn í 2021.

Orsøkirnar til minkingina eru fleiri. Høvuðsorsøkin er, at elframleiðslan í størri mun í 2022 enn í 2021 stavaði frá varandi orkukeldum. Serliga eru tað nýggju vindmyllurnar í Porkeri og á Gellingarkletti, sum gera mun. Eisini varð meiri framleitt úr vatnorku í 2022 enn í 2021. Aðrar orsøkir til minkingina av útlátinum eru, at húsarhaldini brúktu 9 % minni olju og akførini 4 % minni í 2022 enn í 2021.

Á myndini niðanfyri sæst yvirskipaða gongdin í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi við og uttan útlendsk fiskiskip.

Tað sæst, at samlaða útlátið var rættiliga støðugt frá 2001 til 2016. Frá 2016 til 2021 vaks útlátið á hvørjum ári. Vøksturin var størstur í 2017, men minkaði síðani líðandi fram til 2021. Í 2022 kunnu vit siga, at gongdin vendi.

Myndin vísir samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2022, í tons av CO2 eindum.

Um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum verða taldar við í uppgerðina, var minkingin í útlátinum heili 14 %. Stóra minkingin kemst av, at útlendsk skip hava keypt munandi minni olju í Føroyum í 2022 enn í 2021.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu útlátið er býtt millum bólkarnar. Meginparturin av útlátinum er frá nýtslu av olju, sum aftur kann skipast í átta brúkarabólkar. Blái parturin av myndini vísir býtið millum brúkarabólkarnar.

Sum myndin omanfyri vísir, vóru ‘Fiskiskip’ størsti brúkarabólkurin (bæði føroysk og útlendsk). Prosenttalið er nakað lægri enn undanfarin ár, sum serliga er tí, at útlendsk fiskiskip hava keypt 42 % minni olju í 2022, men eisini, at føroysk fiskiskip brúktu 9 % minni olju í 2022 enn í 2021.

Myndin niðanfyri vísir gongdina í ymiskum útlátsbólkum, sum brúktu olju árini 1990-2022.

Myndin vísir samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi hjá brúkarabólkum, sum brenna olju, 2001-2022. Útlendsk fiskiskip eru ikki íroknað.

Les her meira í nýggju frágreiðingini um útlát av vakstrarhúsgassi 1990-2022, sum varð almannakunngjørd 24. juli 2023.

 Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo