Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Viðmerking frá Orku á Umhvørvisstovuni

Hitapumpur minka oljuinnflutning munandi  

Ført hevur verið fram, at hitapumpur minka ikki um føroyska oljuinnflutningin, tí tær bara flyta oljunýtsluna frá privathúsum inn á motorverkið hjá SEV á Sundi, ella á Vágsverkið í Suðuroy. Um hugt verður eftir veruligum tølum, er tó ongin ivi um, at hitapumpur minka oljuinnflutningin sera nógv.

Hitapumpur taka orku úr umhvørvinum
Í mun til tað el, sum hitapumpur brúka, kemur fleirfalt so nógv hitaorka úr umhvørvinum. Tí vil ein hitapumpuna altíð brúka minni olju enn eitt oljufýr, hóast alt el sum hitapumpan brúkar, verður framleitt úr olju.

Føroyskt el alsamt grønari
Hitapumpur í Føroyum geva enn størri fyrimun, tí framleiðslan hjá SEV er blivin grønari seinnu árini. Í 2015 komu í meginøkinum 66% av elorkuni úr vatni og vindi. Fyri allar Føroyar er talið 60%. Mest orka fæst úr vindi og vatni um veturin, meðan meira olja verður brúkt um summarið. Mynd 1 niðanfyri vísur, hvussu framleiðslan hjá SEV í meginøkinum var býtt millum vind, vatn og olju fyri hvønn mánað í 2015.

Hitatørvur størstur um veturin
Tørvurin á hitaorku er sjálvandi størstur um veturin. Ein vetrardagur er meira enn dupult so orkukrevjandi sum ein summardagur. Mátað hitanýtsla í einum sethúsum hvønn mánað í 2015 er víst í mynd 2 niðanfyri. 

Grøn framleiðsla og hitatørvur samsvara 
Samanfallið millum grøna partin í framleiðsluni hjá SEV og hitatørv ger, at hitapumpur eru ein funnin fressur til at gagnnýta grønu orkuframleiðsluna hjá SEV.

Oljuútreiðsla ein tíggundapartur
Um framleiðslan hjá SEV verður samanhildin mánað fyri mánað við hitatørvin í sethúsum, fæst, at eitt oljufýr hevði brent 2289 litrar av gassolju, meðan ein hitapumpa, sum framleiðir somu hitanøgd, hevði brúkt el svarandi til 418 litrar av tungolju hjá SEV. Sostatt minkar oljunøgdin við 82%, tá flutt verður frá oljufýri til hitapumpu. SEV innflytur tungolju til helvtarprís í mun til gassolju. Sostatt minkar ein hitapumpa í meginøkinum útreiðslurnar til oljuinnflutning niður í ein tíggjundapart í mun til eitt oljufýr.

Suðuroy
Um húsini stóðu í Suðuroy, har elframleiðslan í 2015 var 16% vatn og 84% olja, hevði minking í oljunøgd verið 49% og í kostnaði 75%. 

Hitapumpur skilagóðar
Samanumtikið eru hitapumpur ein góð loysn at gagnnýta grønu orkuna hjá SEV á skilagóðan hátt. Samstundis minkar oljuinnflutningurin munandi.

Fyritreytir
Fyritreytir í útrokning omanfyri eru: gassolja 10 kWh/litur, tungolja 11 kWh/litur, oljufýr 0,82 effektivitet, SEV 0,41 motoreffektivitet, hitapumpa COP=3.

Mynd 1. El-framleiðsla í meginøkinum í 2015 býtt á vind, vatn og olju.

 

Mynd 2. Hitanýtsla í einum sethúsum hvønn mánað í 2015.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo