Útlendingastovan verður løgd undir Umhvørvisstovuna
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við innlendismálum, tók fyrr í vikuni avgerð um at leggja Útlendingastovuna undir Umhvørvisstovuna
Avgerðin fær gildi frá 1. juli 2012. Hetta merkir, at ein samanleggingartilgongd nú verður løgd til rættis, og verða tað stjórin á Umhvørvisstovuni og stjórin á Útlendingastovuni, saman við Innlendismálaráðnum, sum skipa hetta arbeiði.
Vil tú vita meira ber til at venda sær til Jóhonnu Olsen, stjóra á tlf. 342400 ella senda ein t-post us@us.fo