Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Útlendingastovan flutt út á Umhvørvisstovuna

Í vikuskiftinum flutti Útlendingastovan í hølir hjá Umhvørvisstovuni á Argjum, og framyvir verða málsøkini hjá Útlendingastovuni partur av virkisøkinum hjá Umhvørvisstovuni

Fyrr í ár tók landsstýrismaðurin avgerð um at leggja Útlendingastovuna undir Umhvørvisstovuna, frá 1. juli 2012 at rokna. Og í dag, 2. juli 2012, hava starvsfólkini á Útlendingastovuni so sín fyrsta arbeiðsdag á Umhvørvisstovuni.

Tó at bústaðurin er broyttur, verður heimasíðan og telefonnummarið hjá Útlendingastovuni tað sama. Sí meiri á www.utlendingastovan.fo

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, Jóhannu Olsen, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.