Umhvørvisstovan við á Orkustevnuni
Á orkustevnuni, sum byrjar í dag, fer Umhvørvisstovan at hava ein bás, har vit kunna um, hvussu gongur við at náa málunum í Veðurlagspolitikki Føroya.
Kom niðan á høllina á Hálsi í dag ella í morgin har Umhvørvisstovan og aðrir framsýnarar vísa fram ymiskt innan orku, tøkni og umhvørvi.
Tá tú vitjar á okkara bási, kanst tú kunna teg um, hvussu langt Føroyar eru komnar í mun til málini, sum Løgtingið setti í Veðurlagspolitikki Føroya, ið varð einmælt samtyktur á tingi í 2009.
Les meira um Orkustevnuna her: www.orkustevna.fo
Orkustevnan er almenn og ókeypis – øll eru vælkomin.
Vil tú vita meira ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á tlf. 232444 ella senda ein t-post á us@us.fo