Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan við á Jobmatch

Umhvørvisstovan luttekur á Jobmatch sum partur av Granskingarráðnum. Vit hava mett tað av stórum týdningi at røkja granskingar- og menningarvirksemið á nýggja stovninum og hava tí valt at vera við á Jobmatch saman við øðrum stovnum, sum eisini eru partar av Granskingarráðnum.

Umhvørvisstovan luttekur á Jobmatch sum partur av Granskingarráðnum. Vit hava mett tað av stórum týdningi at røkja granskingar- og menningarvirksemið á nýggja stovninum og hava tí valt at vera við á Jobmatch saman við øðrum stovnum, sum eisini eru partar av Granskingarráðnum, sigur Jákup Pauli Joensen, stjóri.

Ein plancha, sum lýsir ein part av okkara virksemi, sum fevnir um eiturvistfrøði og dálking, er gjørd í samband við tiltakið og kann síggjast her: Plancha
Umhvørvisstovan hevur eisini gjørt eitt postkort, sum lýsir virksemið hjá stovninum, og kann tað eisini síggjast her: Postkort

Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vistskipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar staðfestingar.
Umhvørvisstovan hevur matrikul- og verndarfyrisiting, samskipar kort og skrásetingar, veitir tænastur og granskar innan virki stovnsins.
Við at sjónliggera okkara náttúruvirðir og at upplýsa og kunna um náttúru og umhvørvi, virkar Umhvørvisstovan fyri at fremja umhvørvisvinarligan hugburð og stimbra burðardyggari menning.

Umhvørvisstovan miðar eftir at vera ein virkin fyrisiting við fremsta serkunnleika innan tey ábyrgdarøki, sum stovnurin røkir. Av økjum har møguleikar og tørvur er á gransking og menning kann vísast á fylgjandi:

Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovini er at hitta á básinum hjá Granskingarráðnum fríggjadagin kl. 16.00 – 18.00.
Vilt tú vita meira um gransking og umhvørvi, vend tær til: Mariu Dam, mariad@us.fo, tel. +298 342470 / 232470 Vilt tú vita meira um kort og lendisskipanir, vend tær til Stein Fossá, steinf@us.fo, tel +298 342410