Umhvørvisstovan og Hagstovan samstarva
Sáttmáli er gjørdur ímillum Umhvørvisstovuna og Hagstovu Føroya um atgongd til upplýsingar í nýggju landsfólkayvirlitsskránni
Endamálið við nýggju landsfólkayvirlitsskránni er, at gera samskiftið við almennar og privatar stovnar skjótari, einfaldari og bíligari. Harumframt er endamálið at gera umsitingina/skrásetingina meira smidliga, og hækka dátugóðskuna, soleiðis at upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum til eina og hvørja tíð eru rættar og eftirfarandi.
Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal. Hesir persónsupplýsingar eru grundarlag fyri viðgerð hjá hópin av almennum myndugleikum.
Ein teirra er Hagstova Føroya, ið er almenni hagtalsmyndugleikin í Føroyum. Hagstova Føroya leggur serligan dent á hagtalsviðger av m.a. íbúgvaviðurskiftum og tískil er landfólkayvirlitsskráin áhugaverd fyri Hagstovuna.
Umhvørvisstovan og Hagstova Føroya hava gjørt sáttmála um atgongd til upplýsingar í nýggju landsfólkayvirlitsskránni. Sáttmálin ásetur hvussu upplýsingar í landsfólkayvirlitsskránni kunnu flytast til hagtalsviðgerð á Hagstovu Føroya.
Stóru myndina hevur Heini Nygaard tikið.
Vil tú vita meira ber til at venda sær til Jóhonnu Olsen, stjóra á tlf. 342400 ella senda ein t-post us@us.fo