Umhvørvisstovan í feriutíðini
Viðskiftatænastan á Umhvørvisstovuni verður skerd frá 16. juli til og við 3. august
Hetta er tíðin, tá fólk eru í summarfrí og Umhvørvisstovan hevur í hesum sambandi broytt avgreiðslutíðirnar. Umhvørvisstovan, tvs. móttøkan á Argjum, Tinglýsingin, Landsfólkayvirlitið, og Útlendingastovan, fer at hava avmarkaða avgreiðslutíð tíðarskeiðið 16. juli til og við 3. august (vika 29, 30 og 31).
Høvuðsskrivstovan á Argjum:
Mánadag til fríggjadag: 10.00 – 12.00
Gróðurstøðin í Hoydølum er opin sum vant, sí upplatingartíðir til vinstru á heimasíðuni.
Tróndur G. Leivsson, landsskógarvørður (tlf. 210966).
Rakul D. Lindberg, røktarleiðari (tlf. 210922).
Verkstaðið (tlf. 342433/342434).
Vil tú vita meira ber til at venda sær til Jóhann Lützen, kunningar- og viðskiftasamskipara á tlf. 342409 ella senda ein t-post á us@us.fo