Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan á Vísindavøkuni

Á vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipar fyri 27.-28. september luttekur Umhvørvisstovan við bási og framløgu.

Á básinum ber til at kunna seg um granskingina, sum fer fram á Umhvørvisstovuni. Granskingin snýr seg serliga um, hvørji árin dálkingarevni kunnu hava á djór, sum liva í náttúruni, so sum havsúgdjór, sjófugl og skeljadjór. Millum annað eru tvær verkætlanir í gongd, sum kanna, hvussu dálking ávirkar grindahval.
 

Granskingardeildin á Umhvørvisstovuni ger kanningar av dálkingarevnum í umhvørvinum í Føroyum, bæði av evnum, sum verða flutt til okkum loftvegis frá ídnaðarøkjum, og av meira staðbundnari dálking. Nakrar kanningar verða endurtiknar javnan, soleiðis at til ber at fylgja gongdini í útbreiðsluni av dálkingarevnunum, og partar av hesum kanningum verða samskipaðar við onnur lond. Aðrar kanningar verða gjørdar meira sum støðulýsingar av dálkingarstøðuni í einum serligum øki.
 

Í sambandi við Vísindavøkuna  fer Katrin Hoydal frá Umhvørvisstovuni eisini at hava almenna framløgu hósmorgunin 27/9-12 kl 8.30, sum kallast “Hvussu ávirkar dálking grindahvalin”.
 

Vísindavøkan verður í Fabrikkini hjá Öström 27. – 28. sept 2012. Meira kunning um vísindavøkuna sæst her

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Katrin Hoydal, tlf 232471, KatrinH@us.fo ella Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo