Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan á Vísindavøkuni 2021

Umhvørvisstovan verður væl umboðað, tá Granskingarráðið skipar fyri Vísindavøkuni 24. september í Sjóvinnuhúsinum og Vísindavøku á ferð 15.-22. september. 

Evnið í ár er gransking og falskunning. Umhvørvisstovan luttekur tí við eini røð av fyrilestrum undir felagsheitinum “Í roynd og veru”, sum á ymiskan hátt fara at viðgera hetta evnið. 

 
 
24. september – Kongshøll, Sjóvinnuhúsið
 

08:40

 

Í Roynd og Veru: Sólorka – Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?
Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan

10:20

 

Í Roynd og Veru: Hydrography in the 21st Century on the Faroe Islands
(framløgan verður á enskum)
Gethin W. Roberts, Umhvørvisstovan

11:20

Í Roynd og Veru: Er nakað skaðadjór? Kjakið um lívfrøðiliga trygd.
Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan

13:00

 

Í Roynd og Veru: Kyksilvur – frá lívsstimbrandi til eitrandi evni. Hugleiðing um gransking, og greining av støðuni av kyksilvuri og øðrum dálkandi evnum í náttúruni í dag.
Halla W. Reinert, Umhvørvisstovan

20. september – Bókasavnið við Løkin

19:00

 

Í Roynd og Veru: Hybrid og grøna loysnin – Hvussu kann ferðslan á landi og sjógvi gerast leys   av olju.
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan

21. september – Klaksvíkar bókasavn

19:00

 

Í Roynd og Veru: Sólorka – Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?

Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan

22. september – Sørvágs bókasavn

19:00

 

Í Roynd og Veru: Grundvatn – Hvussu vatnið í undirgrundini kann brúkast til veiting av brúksvatni og leiklutin, sum vatnið hevur í samband við jarðhita.

Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

 

Øll skráin sæst her.

 
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo