Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan á Jobmatch

Umhvørvisstovan var aftur við, nú skipað varð fyri Jobmatch á Østrøm í Havn millum jólanna.

Umhvørvisstovan hevði riggað seg til við einum snøggum bási á stevnuni, og har lág væl fyri at taka ímóti ídnum og áhugaðum ungdómi, heima í jólafrí úr útlondum ella lesandi her á landi.

Flestu, sum vitjaðu okkum, eru ófarin av, hvussu stór og ymisk málsøkini eru, sum Umhvørvisstovan varðar av, og vit staðfesta við gleði, at áhugi er millum tey lesandi fyri virkisøkjunum hjá stovninum. Onkur nýtti høvið at tekna seg fyri einum Jobpráti, so sum eisini fyrireikararnir av Jobmatch eggjaðu til.

Fleiri av teimum vitjandi vístu ítøkiligan áhuga fyri tí starvslýsingini, ið stovnurin hevur tøka í løtuni, umframt at fleiri eisini ætlaðu at kunna seg betur við stovnin gjøgnum heimasíðuna og at venda sær skrivliga higar við fyrispurningum. Í fleiri førum varð eisini nevnt, at fólk høvdu áhuga í at fáa tilknýti til fakøkini á stovninum í samband við møguligar verkætlanir, uppgávuskriving, starvs- ella trainee venjing o.s.fr.

Á básinum skipaði Umhvørvisstovan fyri spurnarkapping, og nógv hildu seg framat at royna avbjóðingina, hóast talan í ávísan mun ikki var um spurningar í tí, vit vanliga fata sum almenna vitan. Spurninganir snúðu seg um ymsu virkisøkini á stovninum, og spurningar og svar síggjast her undir.

Vinnarnir av kappingini gjørdust Marjun Poulsen og Fía Petersen, sum vunnu eitt gávukort frá Jógvan Weihe.

1. Hvussu nógv fornøvn kann ein persónur hava?

a. 3

b. 4

c. Óavmarkað

2. Kunnu nøvn verða bundin hvørt at øðrum við bindistriku.

a. Ja

b. Nei

3. Er altíð neyðugt at nýta sakførara tá ið tinglýst verður?

a. Ja

b. Nei

4. Nær kom bannið í gildið um at søkka øll sløg av skipum og bátum?

a. 1985

b. 1995

c. 2005

5. Nær góvu Landsdjóralæknin og Landslæknin í felag eina ávaring um høga kyksilvurinnihaldið, sum var staðfest í grindalivur og grindatvøsti?

a. 1977;

b. 1987

c. 1997

6. Hvat er ein servituttur?

a. Høvðussakliga eitt løgfrøðiligt hugtak fyri staðfest rættindi á annan mans eigindóm.

b. Høvðussakliga eitt búskaparligt hugtak fyri staðfest rættindi á annan mans eigindóm.

c. Høvðussakliga eitt politiskt hugtak fyri staðfest rættindi á annan mans eigindóm.

7. Krevst loyvi at flyta viðarvøkstur o.tíl. til og úr Føroyum?

a. Nei, ongar avmarkingar av týdningi eru fyri innflutningi av plantuvøkstri, mold o.tíl. til Føroya.

b. Ja. Sera stór og krevjandi krøv setast altíð til innflyting av plantuvøkstri og mold o.tíl.

8. Hvør er oyggin?

a. Fugloy

b. Skúvoy

c. Mykines

9. Hvussu nógv postnummur eru á Fugloynni?

a. 1 (766)

b. 2 (766 og 767)

c. 3 (766, 767 og 768)

10. Hvussu høgur er Slættaratindur?

a. 880

b. 881

c. 882

Rætt svar: 1. a, 2. b, 3. b, 4. c, 5. a, 6. a, 7. a, 8. c, 9. b, 10. a

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Nielsen, telefon 342400 ella peturN@us.fo.