Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan á Jobmatch

- Vit vilja fegin vísa okkara arbeiðspláss fram og verða sjónlig í mun til tey lesandi og tey, ið nýliga hava fingið eina útbúgving, sigur Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni

Umhvørvisstovan luttekur á øðrum sinni á Jobmatch, ið er eitt gott høvi at greiða frá virkisøkjunum hjá stovninum.  Fakliga ábyrgdarøkið á Umhvørvisstovuni fevnir breitt, og sæst hetta eisini aftur í breiðu fakligu førleikunum hjá starvsfólkunum, ið tilsamans hava fleiri enn 15 ymiskar útbúgvingar.

Jobmatch 2011 verður í Østrøms fabrikk, niðri á Skálatrøð tann 29. Desember, kl. 14 til 21. Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar og lesandi føroyingar.

Les meira um Jobmatch her.

Vil tú vita meira ber til at venda sær til Jóhann Lützen, kunningar- og viðskiftasamskipara á tlf. 342409 ella senda ein t-post á johannl@us.fo