Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan á G!festivali

Gestir á G!festivalinum, eru vælkomnir at leggja leiðina framvið okkara bási, har vit vísa fram okkara framleiðslu av plantuvøkstri og har vit seta fokus á skiljing av burturkasti.

Umhvørvisstovan hevur bás á á G!festivalinum, sum vit hava prýtt við einum úrvali av plantum, runnum o.ø. sum verður framleitt  á gróðurstøðini í Miðhoydølum,  og har tú kanst royna tína vitan um skiljing av burturkasti.
 

 

Fyrsti festivaldagur var í gjár og tá nýttu nógv fólk høvi at vitja okkara bás. Ikki minst vóru nógv ung, sum nýttu høvi  at kanna, hvussu væl tað liggur fyri hjá teimum at skilja skrellið,  sum vit hava tikið við okkum. Útvið 100 fólk svaraðu einum spurnablaði um burturkastsskiljing  og eru tí eisini við í lutakasti um tveir vinningar.

Tað hevur týdning at kunna – ikki minst ungdómin – um, at tá burturkast verður rætt skilt, slepst undan spjaðing av umhvørvis- ella heilsuskaðiligum evnum, og harvið eisini undan vandanum fyri at dálka umhvørvið ella skaða heilsu okkara.
 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, Jóhannu Olsen, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.