Umhvørvisstovan á COP15
Umhvørvisstovan luttekur á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn og vónar at úrslitið verður ein ítøkilig og framtíðarrættað avtala
Øll heimsins eygu eru í hesum døgum vend móti Keypmannahavn í sambandi við stóru ST veðurlagsráðstevnuna COP15. ST veðurlagsráðstevnan er tann 15. í røðini av árligum ráðstevnum og er ivaleyst størsta og týdningarmesta heimsráðstevna í longri tíð.
Allur heimurin er farin at merkja avleiðingarnar av, at vit menniskju nýta ov stóran part av jarðarinnar tilfeingi og harvið órógva heimsins javnvág. Umhvørvisstovan vónar at COP 15 kann gerast ein umhvørvisvarði, har úrslitið verður ein ítøkilig og framtíðarrætta avtala.
Í Føroyum kunnu vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkara politikarum at semjast um ein málsetning uppá í minsta lagi 20% minking í 2020. Hetta er ein skilagóður málsetningur og nógvir eru hættirnir at røkka hesum málsetningi. Føroysku ætlaninar eru fyrst og fremst betur bjálving av bygningum, effektivisering av orkunýtsluni og menning av varandi orkukeldum. Umhvørvisstovan hevur hesi seinnu árini gjørt hagtøl fyri útlát av veðurlagsgassum og kann tískil neyvt fylgja við, um hesi tiltøk fara at geva úrslit
Síðan miðskeiðis í 90’unum hevur útlátið av veðurlagsgassi verið støðugt hækkandi í Føroyum, men hesi seinnu árini hevur útlátið verið støðugt fyri síðan at minka heili 6% frá 2007 til 2008. Umhvørvisstovan metur, at hendan minking fyrst og fremst stavar frá tí høga oljuprísinum, sum var júst hetta árið. Høgi oljuprísurin rakti bæði vinnulív og húsarhald rættuliga meint og hevði soleiðis týðandi avleiðingar á okkara samfelag. Hetta vísti týðuliga hvussu hart rakt vit kunnu verða í Føroyum av eini so ótryggari fossilari orku, og vísti hetta samstundis eisini hvussu neyðugt tað er, at fara undir at menna aðrar orkukeldur, sum kunnu gera Føroyar meira óheft av oljuni.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo