Umhvørvisstovan á breddan
Landsstýriskvinnan í Umhvørvismálum, politisk umboð úr øllum flokkum og fjøltáttaðu viðskiftabólkar stovnsins fara í morgin at viðgera leiklutin hjá Umhvørvisstovuni, ið hevur trý ár á baki í summar
Í morgin verður virksemið hjá Umhvørvisstovuni tikið upp til umrøðu og kjak saman við viðskiftabólkum stovnsins.
Byrjað verður kl. 10.00 á Argjum og endað verður við einum gongurtúri oman á Boðanes har fyrsti partur av frílendinum í niðastu Hoydølum verður latin upp fyri almenninginum, so gongt verður oman á Hvítasand.
Tað verða Annika Olsen, landstýriskvinna í Umhvørvismálum og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum lata frílendisøkið upp fyri almenninginum.
Umhvørvisstovan er bygnaðarliga skipað í hesar deildir; Gransking, Viðarvøkstur og frílendi, Vernd, Lendi, Kort & Skráir og Skrivstovusamskipan.
Tað eru áleið 45 starvsfólk á Umhvørvisstovuni, ið heldur til á Argjum har frímerkjadeildin hjá Postverk Føroya fyrr helt til. Deildin Viðarvøkstur og frílendi heldur til á Gróðurstøðini í Hoydølum.
Fjøltáttaða virksemi hjá Umhvørvisstovuni ger at viðskiftafólkini eisini eru ymisk. Tey kunnu bólkast í bankar, sakførarar, nevndir, feløg, privatfólk, meklarar, kommunur og politisku skipanina annars.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhann Lützen, viðskiftasamskipara á Umhvørvisstovuni, telefon 342409, ella við t-post johannl@us.fo