Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisárinsmeting av nýggjum havnarlagi Undir Gøtueiði í hoyring

Í sambandi við at Eysturkommuna og felagið 24.04.2023 P/F hava ætlanir um at fara undir nýggja havnarverkætlan norðan fyri bygdina undir Gøtueiði, er ein umhvørvisárinsmeting gjørd fyri virksemi sambært § 21 í lóg um verju av havumhvørvinum.

Ætlanin er at gera sonevnda spunskai til vinnuvirksemi og frystitunlar. Roknast kann við, at upp til 30 % av víddini á havnarlagnum verða brúkt til bygningar (sí mynd 2). Tilsamans verður havnarøkið uml. 100.000 m2 stórt, og uml. 230.000 m3 av gróti verða brúktir til kaiina. Grótið fæst úr frystitunlum, ið ætlanin er at gera á staðnum.

Mynd 2. Yvirlitsmynd av verkætlanini hjá felagnum 24.04.2023 P/F og Eysturkommunu

Við verkætlanini fær Varðin fleiri atløgupláss til skip og pláss til atknýtt virksemi, og Eysturkommuna fær fleiri vinnustykkir við atløgusíðu og kaiplássi at bjóða vinnuni í kommununi.

Nýggja havnarøkið liggur í býarætlanarøki D, sum er lagt út til havnarøki í byggisamtyktini fyri Eysturkommunu. Eysturkommuna upplýsir, at tað ikki er møguligt at víðka um havnarlagið í Norðagøtu, og tí verður havnavirksemið víðkað til Skálafjørðin.

Búlendiskanningar hava staðfest, at í økinum, har ætlanin er at staðseta havnarlagið er talið av djóra- og plantusløgum, og lívfrøðiligum fjølbroytni ikki stórt. Tó verður mett, at økið kring Kvørnina, skamt sunnanvert Tjørnunes og um 280 m frá syðra markinum á ætlaða havnarlagnum, er vert at varðveita grundað á “vakurleika, rekreativ virði, og tí at einki samsvarandi øki finst í nærumhvørvinum”.

Kanningar eru gjørdar av alduávirkan frá skipum, ið fara at sigla framvið Kvørnini til og frá ætlaða havnarlagnum. Í Umhvørvisárinsmetingini fyri havnarverkælanina norðanvert bygdina Undir Gøtueiði verður mesta ferðin ásett til 4 míl fyri skip, tá tey nærkast og skulu leggja at nýggju kaiini.

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.

Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her:

Umhvørvisárinsmeting

Fylgiskjal 1: Yvirlitstekning

Fylgiskjal 2: Búlendiskanning

Fylgiskjal 3: Alduávirkan við Kvørnina

Freistin at koma við viðmerkingum er fríggjadagin 19. juli 2024

Almenna lýsingin kann síggjast her