Umhvørvisárinsmeting av nýggjum havnarlagi Undir Gøtueiði í hoyring
Í sambandi við at Eysturkommuna og felagið 24.04.2023 P/F hava ætlanir um at fara undir nýggja havnarverkætlan norðan fyri bygdina undir Gøtueiði, er ein umhvørvisárinsmeting gjørd fyri virksemi sambært § 21 í lóg um verju av havumhvørvinum.
Ætlanin er at gera sonevnda spunskai til vinnuvirksemi og frystitunlar. Roknast kann við, at upp til 30 % av víddini á havnarlagnum verða brúkt til bygningar. Tilsamans verður havnarøkið uml. 100.000 m2 stórt, og uml. 230.000 m3 av gróti verða brúktir til kaiina. Grótið fæst úr frystitunlum, ið ætlanin er at gera á staðnum.
Við verkætlanini fær Varðin fleiri atløgupláss til skip og pláss til atknýtt virksemi, og Eysturkommuna fær fleiri vinnustykkir við atløgusíðu og kaiplássi at bjóða vinnuni í kommununi.
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.
Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her:
Fylgiskjal 3: Alduávirkan við Kvørnina
Hoyringarfreistin er 6 vikur.
Møgulig hoyringarsvar skulu í seinasta lagi fríggjadagin 19. juli 2024 sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir ella til us@us.fo.