Tryggar mannagongdir á tinglýsingini
Nýggjastu broytingarnar í tinglýsingarlógini økja um trygdina.
Á nýggjárinum kom broyting í tinglýsingarlógini í gildi, sum m.a. hevur við sær, at skeytir og veðbrøv ikki kunnu tinglýsast, uttan at p-tøl ella v-tøl hjá eigaranum/veðsetaranum eru upplýst. Tí hevur Umhvørvisstovan broytt mannagongdirnar í sambandi við innlit í tinglýsingarskjøl fyri at tryggja, at p-tøl ikki verða latin til óviðkomandi.
Ynskir ein borgari avrit av tinglýsingarskjølum skal biðast um hesi í telefon, telduposti ella í avgreiðsluni á Umhvørvisstovuni. Kostnaðurin fyri hvørt avritið er 50 kr., og skal rindast frammanundan. Áðrenn skjølini verða útflýggjað, syrgir starvsfólk á tinglýsingini fyri at strika øll p-tøl, sum standa í tinglýstu skjølunum. Av trygdarávum er sostatt ikki longur møguligt hjá fólki sjálvi at leita frumskjølini fram í tinglýsingararkivinum.
Stjórin á Umhvørvisstovuni, Petur Nielsen, leggur áherðslu á, at neyðugt er, at trygdin kring skjalagoymsluna hjá tinglýsingini verður ment í tráð við nútíðar krøv. Somuleiðis vísir hann á, at rættartrygdin hjá borgaranum er munandi styrkt, nú p-talið verður kravt. Hetta tryggjar m.a., at bland ikki kemur í.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna, telefon 342400 ella us@us.fo.