Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tróndur Leivsson 25 árs starvsdag

Tróndur Leivsson hevur í dag verið í starvi í Skógrøkt Landsins í 25 ár.

Tróndur Leivsson hevur í dag verið í starvi í Skógrøkt Landsins í 25 ár. Eftir at fingið útbúgving í Noregi innan skógarbrúk leitaði hann heimaftur í 1987. Um hetta mundið varð Skógrøkt Landsins skipað sum stovnur við Gróðurstøðini í Miðhoydølum og einum landsskógarvørði. Í 2007 gjørdist Skógrøkt Landsins partur av tí nýskipaðu Umhvørvisstovuni, har stovnurin varð skipaður sum deildin Skógrøkt. Tróndur bleiv samstundis partur av leiðslubólkinum á Umhvørvisstovuni.

 
Tróndur var ikki meira enn farin til arbeiðis, tá jólaódnin í 1988 gjørdi av við ein stóran part av viðarvøkstrinum í teimum føroysku viðarlundunum. Samstundis sum hetta var ein syrgilig hending, gav hon eisini manningini í skógrøktini møguleikan at ýta av á nýggjum og royna onnur viða- og runnasløg. Eftir stórt uppruddingararbeiðið, varð gróðursett av nýggjum, og nógvar av plantunum, sum vórðu gróðursettar, vóru plantur, sum fingnar vóru til vega á norðurlendskum rannsóknarferðum í Norður- og Suðuramerika – í økjum sum hava áleið sama veðurlag sum vit hava.
 
At Tróndur valdi sær hesa lívleið er helst ikki av tilvild. Pápin, Leivur hjá Tróndi, var í starvi hjá Skógfriðingarnevndini í mong ár, og pápi hansara aftur, Trónd Hansen, var fyrsti føroyingurin, sum hevði útbúgving sum garðyrkismaður.
 
Landsskógarvørðurin hevur verið miðvísur í sínum virki. Umframt tað stóra arbeiðið, sum er gjørt í viðarlundunum kring landið saman við kommununum, hevur hann – saman við góðu og dugnaligu starvsfólkum sínum – bygt upp Gróðurstøðina í Miðhoydølum, har magfaldar plantur, tað veri seg runnar og trøð, verða aldar. Hóast umstøðurnar ikki hava verið av teimum bestu higartil, elur manningin í Hoydølum í dag væl meira enn helmingin av tí, sum verður plantað í Føroyum árliga. 
 
Nú Tróndur hevur verið starvi í skógrøktini í fjórðingsøld, kann hann saman við starvsfólki og skógfriðingarnevnd fegnast, tí í síðstu viku vórðu nýggju arbeiðshallirnar á Gróðurstøðini reistar, so umstøðurnar fara at gerast munandi betri í arbeiðnum at ala runnar, trøð og aðrar plantur.
 
Hóast skógrøktin er skipað í tvinni toymi, har annað tekur sær av viðarlundunum, og hitt tekur sær av gróðurstøðini, er tað hann sum stingur út í kortið og hevur ábyrgdina av arbeiðnum. Tað hevur við sær, at hann kemur nógv kring landið, og kennir nærum hvørt træ og hvørja gøtu í viðarlundunum. 
 
Sum vituligt er, røkkur hugurin og vitanin hjá landsskógarvørðinum til onnur náttúrufyribrigdi og umhvørvið í síni heild. Hann er víðskygdur og norðurlendskt samstarv innan viðarvøkstur er tí natúrligur partur av hansara virkisøki, eins og hann eisini hevur havt noðurlendsk álitisstørv um hendi. Hansara eldhugi fyri øllum tí, sum rørist á náttúruøkjumi, ger, at hann hevur nógva vitan at lata frá sær til onnur – tað verið seg starvsfelagum ella skógfriðingarnevnd. 
 
Vit ynskja øll Trónda hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum. Takk fyri gott samstarv og góðan byr frameftir.
 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, Jóhannu Olsen, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.