Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tinglýsingin flytir inn

Mánadagin 5. mai er enn ein varði í stuttu søgu Umhvørvisstovunar. Nú er Tinglýsingin klár at flyta inn í nýumvæld høli á Argjum, samstundis sum nýggja føroyska tinglýsingarskipanin er klár at taka í nýtslu.

Tað eru spennandi dagar á Argjum í hesum døgum. Tað er nú at tvær stórar avgerðir gerðast veruleiki.

Løgtingsavgerðin um at taka tinglýsingina á føroyskar hendur verður týsdagin fullførd og samstundis flytir starvsfólkið á Tinglýsingini inn til starvsfelagarnar á Argjum.

Nýggja skipanin klár

Fyrsta februar í 2006 var umsitingin av tinglýsingini yvirtikin frá dønum. Í juli 2007 var avtala gjørd við Atlantstøkni um at menna eina nýggja føroyska tinglýsingarskipan. Tann skipanin er nú liðug og klár at taka í nýtslu.

Mona Wang er vælnøgd við nýggju skipanina hon sigur, at fyri tey hevur tað stóran týdning at tað er á føroyskum, tí at higartil hava tey arbeitt í einari blanding av føroyskum og donskum.

Nýggja skipanin lættir um arbeiðið hjá starvsfólkunum, eitt nú kunnu tey á einum og sama skíggja síggja allar søguligar tinglýsingar á einum matrikli. Tað var munandi meira umfatandi við gomlu skipanini.

Søguligt tilfar flytir við

Tað er ikki bara sum at siga tað at flyta ein stovn sum Tinglýsingina. Hóast allar skrásetingar í dag eru talgildar, so verða tær eisini skrásettar uppá tann gamla mátan. Heili 42 aktskáp flyta við Tinglýsingini og tað er virðismikið góðs. Hvørt matrikulnummar hevur sína akt, har allir upplýsingarnir um matrikulin verða goymdir.

Ætlanin er at menna eina skipan, har skjølini verða skannaði inn soleiðis at tilfarið verður teldutøkt, men enn er ongin endalig avgerð tikin um tað.

Letur upp týsdagin 6. mai

Nýggja skipanin og nýggju hølini verða tikin í nýtslu týsdagin. Mánadagin verður bara tikið ímóti posti, telefonin verður ikki tikin og avgreiðsla annars ikki framd.

Fyrstu tíðina er neyðugt hjá starvsfólkunum at venja seg við skipanina. Avgreiðslan kann tí ganga eitt sindur seinni enn vanligt.

Vil tú vita meira um nýggju skipanina ella Tinglýsingina kanst tú venda tær til Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella 314503.