Sverri Arge síðsta starvsdag
Á lítlari samkomu á Umhvørvisstovuni søgdu starvsfelagarnir Sverra Arge farvæl, nú hann eftir samfull 46 ár í tænastu innan kortlegging og matrikulering leggur frá sær fyri aldur
Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni segði m.a. í sínari røðu til Sverra:
– Góði Sverri, tú ert altíð blíður og tíður, og hóast tú ikki er ein maður við so nógvum orðum, so heldur tú teg ikki aftur at samskifta við okkum, tínar starvsfelagar á Umhvørvisstovuni.
– Tað fer heilt víst at verða stórur saknur í tær, og vit vóna og vænta at tú onkran dagin kemur ein túr at vitja okkum. Eg vil siga tær hjartaliga takk fyri drúgva tænastu á Umhvørvisstovuni, og takk fyri tann stóra arbeiðsinnsats tú hevur gjørt.
– Eg fari at ynskja tær góða eydnu á tíni lívsleið. Eg vóni at tú fert at njóta tilveruna sum pensjonistur.
Petur Nielsen, leiðari fyri matrikulin bar eisini Sverra eina kvøðu, og segði hann m.a.:
– Fyri knøppum ári síðani hildu vit 45 ára starvsdag tín. Tá takkaðu vit tær fyri samstarvið øll árini og ikki minst tína jaligheit og fyrimyndarliga áræði, tú hevur víst, tá tú – so at siga uttan avbrot og nevnivert av sjúkradøgum – hvønn dag øll hesi árini hevur lagt til brots til arbeiðis. Punktligur sum fáur og pliktuppfyllandi. Fyrst mongu árini yvir í Jónas Broncksgøtu á Matrikulstovuni, og nú út á Argir á Umhvørvisstovuna.
– Eina fyrimynd kallaði eg teg í fjør, og tann myndin er ikki broytt. Heldur tvørtur ímóti.
– Vit starvsfelagar hava verið heppin, at tú hevur ríka okkum tilveruna sum vinur og sum menniskja. Tað verður saknur í tær, nú tú fer at njóta títt otium. 67 ára gamal av aldri, men ungur av sinni. Stóra takk fyri innsatsin Sverri.
Sverri Arge fekk handað blómutyssi og gávulut frá starvsfeløgunum á Umhvørvisstovuni.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, Petur Nielsen, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.