Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sverri Arge 45 ár í starvi

- Tú er einki minni enn ein fyrimynd, segði Petur Nielsen, deildarleiðari á Lendi tá Umhvørvisstovan heiðraði Sverra Arge á merkisdegi hansara

Sverri byrjaði  á Matrikulstovuni mánadagin 16. mai 1966. Í dag – 16.mai 2011 – er ársdagurin, og í dag er aftur mánadagur.

Tann 8. apríl í ár fylti Sverri 66 ár, so hann var 21 ára gamal, tann fyrsta morgunin hann møtti til arbeiðis á Matrikulstovuni í Jónas Broncks Gøtu. Hetta var í byrjanini av eini menningartíð á kort- og matrikuløkinum.  Eini tíð, tá fotogrammetriska korttekningini rættiliga kom fyri seg, og fyrstu “modernaðu” matrikulkortini vórðu gjørd.

Petur Nielsen segði m.a. soleiðis í røðu sínari til Sverra:

Eg fari at byrja við, at siga tær takk fyri øll árini og arbeiðið, tú hevur avrikað, og ikki minst takk fyri tann positivitet tú leggur – og altíð hevur lagt – fyri dagin, tá tú hvønn morgun øll hesi árini  hevur brotið upp um armar og stundisliga lagt til brots til arbeiðis – og menniskjaliga/sosiala samveru – at gera nyttu fyri tær sjálvum og samfelagnum. Fortreytirnar eru ikki tær somu hjá øllum, og tínar vóru ikki gullrandaðar, men tað bar til – og tað ber til enn, 45 ár seinni. At so er, er einki minni enn fyrimyndarligt, og tú ert einki minni enn ein fyrimynd.

Anni á Hædd, stjóri á Umhvørvisstovuni handaði síðan vegnað stovnin Sverra bukett og eina samanplanting.