Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Stjórin tók avgerðina at seta leiðaran aftur

Tá undanfarni stjórin á Umhvørvisstovuni fór frá, var tað úrslit av, at landsstýriskvinnan oman fyri hann ikki tók undir við ætlaðu bygnaðarbroytingunum á stovninum og ynskti tær rullaðar aftur. Hetta merkti m.a. at deildirnar Matrikul og Tinglýsingin kortini ikki vórðu lagdar saman. Deildarleiðarin á Matrikul hevði fingið ætlanarskriv um uppsøgn. Men landsstýriskvinnan setti ikki nakað krav um, at ætlanarskrivið skuldi takast aftur, ella at Matrikul skuldi hava hendan ávísa deildarleiðara. Ta avgerðina átti fyribils setti stjórin, Ari Johanneson. Hann valdi at biðja deildarleiðaran koma aftur til arbeiðis.
– Tá deildirnar ikki skulu leggjast saman, hava vit tørv á einum deildarleiðara. Og eg dugi ikki at síggja, at vandi er fyri samstarvstrupulleikum millum meg, restina av leiðsluni og hendan deildarleiðaran. Fyri at fáa deildina uppaftur í fulla hædd sum skjótast, valdi eg tí at taka ætlanarskrivið aftur og fáa deildarleiðaran aftur til arbeiðis, sigur Ari Johanneson, stjóri á Umhvørvisstovuni.
Deildarleiðarin er byrjaður aftur í starvi sínum.