Stjóraskifti á Umhvørvisstovuni
Tann 1. apríl tekur Petur Nielsen við sum stjóri á Umhvørvisstovuni fyri Jóhannu Olsen, sum fer í farloyvi.
Petur Nielsen er útbúgvin landmátari, og er deildarleiðari á matrikuldeildini á Umhvørvisstovuni. Nú Jóhanna Olsen fer í farloyvi restina av árinum, hevur Innlendismálaráðið heitt á Petur um at átaka sær stjórauppgávuna.
Hóast hann skal røkja stjórauppgávuna heldur Petur Nielsen kortini fram sum útskiftingarformaður í øllum útskiftingarmálum, sum Umhvørvisstovan er í holt við. Stóra innangarðsútskiftingin á Strondum, verður sostatt ikki nervað av hesum.
Jóhanna Olsen kemur eftir ætlan aftur í stjórastarvið 1. januar 2014.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Nielsen, telefon 342400 ella peturN@us.fo.