Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skrivstovunæmingur útlærdur

Í vikuni varð tann fyrsti lærlingurin á Umhvørvisstovuni klæktur

Umhvørvisstovan setti í september 2008 ein skrivstovunæming og í dag var prógvahandanin hildin á Argjum.

Harriet O. Davidsen hevur lokið prógv innan almenna fyrisiting.

Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvistovuni segði í røðu sínari, at Harriet hevði víst hegni og hugfloð til tær uppgávur, ið henni hava verið settar. Stjórin segði vegna starvsfólkini á stovninum, at øll hava verið sera glað fyri at samstarva við Harriet.

Harriet hevur roynt set á ymsu deildunum á Umhvørvisstovuni og sæð ymsu mannagongdirnar hjá deildunum. Harumframt hevur hon verið á skúlabonki í Danmark í útbúgvingartíðini.

Súsan V. Danielsen, skrivstovuleiðari á Umhvørvisstovuni, ið hevur haft ábyrgdina av skrivstovunæminginum og innihaldinum í útbúgvingini, handaði Harriet skrivstouvprógv, blómur og gávur.

Nærri fæst at vita við at ringja til Súsan V. Danielsen, skrivstovuleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400, ella við t-post susand@us.fo