Samstarvssáttmáli undirskrivaður við Þjóðskrá Íslands
Í sambandi við at Kári P Højgaard í seinastu viku vitjaði íslendska starvsbróður sín, Ögmund Jónasson, undirskrivaðu Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni og Haukur Ingibergsson, stjóri á Þjóðskrá Íslands eina samstarvs- og menningaravtalu.
Umhvørvisstovan og Þjóðskrá Íslands umsita hvør í sínum lagi nakrar av teim mest týdningarmiklu grundskráunum í londunum báðum, nevniliga landsfólkayvirlitið, tinglýsingina og matrikulin. Tá samfeløgini hartil eru rættuliga lík er upplagt at samstarva um mál av felags áhuga, sigur Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni.
Ítøkiliga fevnir samstarvsavtalan um, at starvsfólk kunnu arbeiða hvør hjá øðrum í avmarkað tíðarskeið, at serfrøðingarnir á stovnunum altíð kunnu leita sær ráð hvør hjá øðrum, og at stovnarnir kunnu leita sær vitanardeiling og strategiska ráðlegging hvør hjá øðrum í sambandi við endurnýgging av størri edv-skipanum.
Avtalan er fyribils galdandi í trý ár. Tá hetta skeiðið er runnið, verður avtalan eftirmett og endurnýggjað. Tað fulla orðaljóðið av avtaluni kann lesast her.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, Jóhannu Olsen, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.