Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Politiska skipanin á vitjan

Hósdagin í seinastu viku vóru nýggju føroysku útlátstølini fyri veðurlagsgassir tøk. Tískil gjørdi stovnurin av at kunna politiska myndugleikan fyrst og samstundis nýta høvi, til at kunna um Umhvørvisstovuna.

Jákup Pauli Joensen greiddi frá, hvussu tann rættiliga nýggi stovnurin, Umhvørvisstovan, er samansettur og hvussu ábyrgdarøkini hjá stovninum verða røkt.  Politikarar og embætisfólk fingu eina stutta frágreiðing um uppgávurnar Umhvørvisstovan hevur, men serligur dentur var lagdur á teir møguleikar sum liggja í nýggja stovninum.

Nýggi bygnaðurin gevur møguleikar fyri samskipan uppá tvørs av virkisøkjum sum gomlu stovnarnir áttu.  Eitt nú greiddi Jákup Pauli Joensen frá um møguleikarnar fyri at samskipa arbeiði innan lendi, náttúru og umhvørvi og at samskipa kortlegging og lendisætlanir fyri alt landið.


Framtíðin
Umhvørvistrupulleikar eru á dagsskrá um allan heim og tað eru teir eisini hjá Umhvørvisstovuni. Uppgávan innan veðurlags- og konventiónsøkið er eftir øllum sólarmerkjum ein risastór uppgáva, sum stovnurin fegin vil taka á seg. Samstundis standa aðrar týdningarmiklar uppgávur eisini fyri framman hjá Umhvørvisstovuni. Jákup Pauli Joensen greiddi frá, at neyðugt er við hægri játtan til veðurlagsøkið, men eisini til hinar raðfestu uppgávurnar í framtíðar ætlanini hjá Umhvørvisstovuni:
•    Umhvørviseftiransing og náttúrugransking
•    Lendisplanlegging og savnan av býarskipanum
•    Tilbúning av frílendum og tjóðgarðum
•    Kemikaliulóggáva / REACH
•    Náttúrukortlegging og náttúrufyrisiting

Landsstýri og Løgting vísti áhuga
Landsstýriskvinnan í Innlendismálum, Helena Dam á Neystabø bjóðaði vælkomin til kunningina um nýggjastu tølini um útlátið av veðurlagsgassum. Politiska skipanin var rímilga væl umboðað hendan dagin. Møtt vóru:
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum
Kartin Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum
Kári P Højgaard, formaður í Sjálvsstýrisflokkinum
John Johannesen, formaður fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum
Poul Michelsen, Fólkaflokkurin
Bergtóra Høgnadóttir, Tjóðveldi
Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi
Mikkjal Sørensen, Javnaðarflokkurin