Onki samband millum orð og gerð
Umhvørvisstovan harmast um uppskotið til fíggjarlóg 2009, sum vísir, at ætlanir og raðfestingar innan umhvørvissøkið einans eru leysar útsøgnir. Umhvørvisstovan missir 5.623.000 í fíggjarlógaruppskotinum í mun til fíggjarlógina fyri 2008.
Hóast ein samd rættarnevnd hjá Løgtinginum fyrr í ár ynskti, at kemikaliuøkið skuldi gerast partur av Umhvørvisverndarlógini og vísti á, at neyðugt var, at ein millión krónur vórðu játtaðar til økið, so hevur fíggjarnevndin valt heldur at skerja virksemið hjá Umhvørvisstovuni.
Umhvørvisstovan skorin við 5,6 milliónum
Fíggjarlógaruppskotið fer illa við Umhvørvisstovuni. Politiski myndugleikin valdi ímóti stovnsins vilja at taka Náttúrugripasavnið úr Umhvørvisstovuni og harvið skerja stovnin við 3.253.000 krónum. Eisini er gjørd ein meirinntøkumeting fyri stovnin uppá 1.500.000 krónur fyri at kunna skerja stovnin við somu upphædd. Tað triðja er, at fíggjarnevndin metir játtanina at vera 870.000 krónur ov høga.
Raðfestingar og nýggjar ætlanir leysar útsøgnir
Fíggjarlógaruppskotið fer so illani við Umhvørvisstovuni, at allar raðfestingar og nýggjar ætlanir innan kemikaliuøkið, lendisplanir og náttúru- og umhvørvisøkið annars eru einans leysar útsøgnir.
Tað er hugstoytt at síggja, at umhvørvisøkið verður niðurraðfest í so stóran mun, ímóti rákinum í heiminum, fólkaviljanum og ikki minst ímóti komandi ættarliðum, sigur Jákup Pauli Joensen, stjóri.
Umhvørvisstovan er sera viðkvom fyri skerjingum
Umhvørvisstovan, sum er ein rættiliga nýggj samanlegging av fleiri verandi stovnum, er sera viðkvom fyri fíggjarligum niðurskurði. Hetta fyrsta árið, stovnurin hevur virkað, hevur nógv orka verið brúkt uppá nýggjan bygnað, starvsfólkasamansjóðing, nýggjar fyrisitingarligar mannagongdum o.l., og nú arbeiðið nærum er liðugt, við at fáa allar grundleggjandi funktiónir í stovninum at virka, kemur ein fíggjarligur niðurskurður sera illa við.
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400.