Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Óli Johansen 45 ár í starvi

Í vikuni heiðraðu leiðsla og starvsfelagar Óla Johansen, ið hevur verið matrikul- og útskiftingarmaður í ein mansaldur

Lærutíðin hjá Óla var úti 15. november 1968 og hevur Óli verið virkin øll árini á Matrikulstovuni og nú seinni Umhvørvisstovuni.

Mánadagin 15. november varð Óli heiðraður av leiðslu og starvsfeløgum á Umhvørvisstovuni. Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni segði í røðu sínari, at Óli við sínum drúgvu royndum innan matrikul- og útskiftingaøkið, var ein vitanarkelda uttan líka. Tá viðskiftafólk hava fyrispurningar um eitthvørt, sum er til skjals á lagrinum, er Óli altíð góður í ráðum. Óli hevur haft ábyrgd av at skráseta stovnsfæið og røkja yvirliti yvir hetta. Eisini hevur Óli verið stovnsumboð í landsins Býarskipanarnevnd. Harumframt er Óli kendur sum álitisfólk og hevur hann verið ein ósvikalig rødd hjá sínum starvsfeløgum.

Stjórin legði aftrat, at Óli er ein stillførur maður, ið fer um sítt arbeiði við myndugleika og virðing. Óli hevur verið við til at bygt land og hansara partur hevur ikki ligið eftir.

Petur Nielsen, deildarleiðari á Lendi greiddi síðani frá teimum fagligu avrikum, ið Óli hevði verið við til at framt. Petur greiddi eisini frá fleiri stuttligum søgum, sum Óli hevði verið úti fyri í sínum drúgva arbeiðsskeiði. At enda fekk Óli gávu frá stovninum.

Á lítlu myndini sæst Óli Johansen við gávulutunum. Á stóru myndini sæst Petur Nielsen.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup Paula Joensen, stjóra á Umhvørvisstovuni á jakuppj@us.fo