Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Økomaskina á Umhvørvisstovuni

Í seinastu viku var ein installatión hjá Edward Fuglø avdúkað á Umhvørvisstovuni. Økomaskinan er uppsett við inngongdina hjá stovninum.

Undir avdúkingini gjørdi Edward Fuglø vart við, at Økomaskinan er ein ímynd av tí arbeiði, sum Umhvørvisstovan stendur fyri.

Hann gjørdi vart við, at maskinan undirstrikar tað mannaskapta kontra tað lívrunna, og at hon leiðir tankarnar inn á, at tað er eitt størri “maskinarí” í gongd, sum arbeiðir til frama fyri, at tað mannaskapta og tað lívrunna gongur upp í eina hægri eind.

Økomaskinan er uppsett í einum glasrúmi við inngongdina hjá Umhvørvisstovuni og glasrúmið undirstrikar hugmyndina: “Eitt vísindaligt maskinrúm.”

Litirnir eru frá búmerkinum hjá stovninum. Hvítt, grasgrønt, myntgrønt og metalfarva, sum bilarnir hjá stovninum.

Installatiónin kann eisini síggjast sum eitt dekorativt abstrakt landslag.

Meginparturin av installatiónini er gjørdur av lutum, sum eru endurnýttir.

Undir avdúkingini takkaði Jákup Pauli Joensen, stjóri, Edwardi fyri verkið og gjørdi vart við, at ætlanin er at hava eitt vist skifti í uppsetingunum, sum kundi lýsa tað, sum stovnurin arbeiðir við.

Hann vísti á, at stovnurin hevði havt plantur standandi  í hesum rúmi og eisini hevði havt eina uppseting av eldri mátiútgerð, sum stovnurin hevur á goymslu.