Nýggjur stjóri á Umhvørvisstovuni
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett Petur Nielsen í starvið sum stjóri á Umhvørvisstovuni.
Petur Nielsen hevur verið virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni í gott eitt ár, meðan Jóhanna Olsen hevur verið í farloyvi. Herfyri avgjørdi Jóhanna Olsen at taka við øðrum avbjóðingum, og starvið varð tí lýst leyst.
Petur Nielsen er 60 ára gamal, og utbúgvin landmátari frá Norges Landbrukshøgskole. Hann hevur verið virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni síðan apríl 2013. Hann hevur somuleiðis verið deildarleiðari á matriklinum á Umhvørvisstovuni síðan 2008. Áðrenn hann kom á nýskipaðu Umhvørvisstovuna, var hann í eitt longri áramál stjóri á Føroya Dátusavni (FDS), eins og hann í eitt longri áramál var skrivari í Býarskipanarnevnd Landsins.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna, tlf 342400 ella us@us.fo.