Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggjur deildarleiðari á Vernd

Sigga Jacobsen, er sett í starv sum deildarleiðari á deildini Vernd á Umhvørvisstovuni. 

Sigga hevur verið í starvi á Umhvørvisstovuni síðan 2018, har hon hevur verið samskipari fyri norðurlendska bólkin um lívmargfeldi. 
Uppgávan hjá Siggu verður millum annað, at tryggja arbeiðið innan náttúru- og umhvørvismál. Hetta verður gjørt við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum.  

Starvsfólk og leiðsla á Umhvørvisstovuni ynskja Siggu til lukku og blíðan byr í starvinum. 

 

Deildin Vernd arbeiðir við náttúru- og umhvørvismálum í breiðum høpi við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum. Eitt nú við at veita umhvørvisgóðkenningar til dálkandi virkir og at hava eftirlit við teimum, viðgera árinsmetingar, viðgera spillivatnsætlanir hjá kommunum og saman við kommununum at samskipa fyribyrging og týning av rottu. Vernd ger eisini uppgerðir av útláti av vakstrarhúsgassi fyri Føroyar umframt gransking og skráseting av dálkandi evnum í náttúruni. Deildin luttekur í lógararbeiði saman við ráðnum og samskipar norðurlendskt arbeiði innan náttúruvernd. Á deildini starvast 12 starvsfólk.