Nýggj norðurlendsk samstarvsavtala um kort og grundskráir
Ein nýggj samstarvsavtala um kort og grundskráir varð, mikudagin 19. aug. 2015, undirskrivað á norðurlendskum fundi í Nuuk.
Tann nýggja avtalan er gjørd millum teir stovnar, sum varða av kortgerð og grundskráum. Hon fevnir um samstarv um kortgerð, matrikul, tinglýsing og annars alt tað tekniska grundarlagið undir kortgerðini (geodesi og referencunet). Somuleiðis er tekniskt samstarv og samstarv um standardiseringar av ymiskum slag eisini fevnt av avtaluni.
Kort og grundskráir hava stóran samfelagsligan týdning, men fakøkini eru heldur lítil. Tí er altjóða samstarv av sera stórum týdningi, serliga fyri eitt lítið land sum Føroyar. Norðurlendska samstarvið á hesum øki er fyrimyndarligt, og tað kann t.d. fáa stóran týdning í samband við ætlaninar um at talgilda almennu fyrisitingina í Føroyum. Somuleiðis hevur ST raðfest økið, og tí er týdningarmikið ikki at gerast eftirbátur á økinum.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Nielsen, telefon 342400 ella PeturN@us.fo