Nýggj framleiðsla av proteini og lýsi hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri
Í sambandi við at P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri ætlar at útbyggja virksemið til eisini at framleiða protein og lýsi, hevur felagið gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann fáa á umhvørvið sambært § 21 í havumhvørvislógini.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn. Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.
Umhvørvisárinsmetingin kann takast niður her
Fylgiskjal 5: Búlendisfrágreiðing
Møguligar viðmerkingar skulu vera Umhvørvisstovuni í hend í seinasta lagi fríggjadagin 19. apríl 2024, og skulu sendast til us@us.fo ella Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-160 Argir.