Nýggj frágreiðing komin út
Nýggj kanning lýsir dálking av yvirflatuaktivum evnum í spillivatni í Norðurlondum.
Tey kationisku yvirflatuaktivu evnini vóru av slagnum kvaternær ammonium evni, QAS. Kanningin fevndi um øll Norðurlond, íroknað Føroyar og Grønland. Kanna vórðu sýni av spillivatni og evju frá reinsiverkum, sýni av botntilfari og fiski frá økjum nærhendis har sum spillivatn verður latið út, men eisini botntilfar frá bakgrundsstøðum.
QAS verða serliga brúkt í antistat- og bleytgerðarevnum og til sóttreinsan. Tey kannaðu QAS eru av sløgunum alkyltrimetyl-, dialkyldimetyl- og alkyldimetylbensyl ammoniumklorid, stytt ávikavist sum ATAC, DDAC og BAC. Í 2010 vórðu umleið 5200 tons av QAS brúkt í Norðurlondum, har nýtslan minkaði í raðfylgjuni DDAC>BAC>ATAC.
Í spillivatni í norðurlondum, vórðu QAS ávíst í øllum sýnum, og tá oftast av slagnum ATAC. Eisini kom ATAC oftast fyri í hægst konsentratiónum í fiski. Í evju frá reinsiverkunum, var tað oftast ATAC sum kom fyri í hægst konsentratión, men í nøkrum førum var BAC innihaldið hægri, sum t.d. í evju frá reinsiverkinum hjá Landssjúkrahúsinum.
Umframt at verða kannað fyri QAS, varð reinsað spillivatn kannað fyri anionisk og amfoter yvirflatuaktiv evni, har amfoter merkir at evnið hevur bæði positiva og negativa løðing. Anionisk og amfoter evni verða brúkt í stórum nøgdum í reingerðarevnum og sum íblandingarevni í eini røð av vørum til yvirflatuviðgerð. Kanningin fevndi um lineær alkylbensensulfonat, LAS, natriumdodecylsulfat, SDS, natriumlauretsulfat, SDSEO, og cocoamidopropylbetain, CAPB.
Verður hugt eftir innihaldi av teimum yvirflatuaktivu evnunum sum serliga verða brúkt til reingerð og sóttreinsan, bæði av virkjum, heilsuverkinum og til eginnýtslu, og samanborið við tað sum vit vita um neilig árin á havvistskipanina, so er tað CAPB sum er størsti umhvørvistrupulleikin og næst hesum er tað SDSEO.
Eitt longri upprit á føroyskum kann lesast her.
Øll frágreiðingin, sum er á enskum, er eisini at finna sum PDF-fíla her.
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 234370, MariaD@us.fo