Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggir deildarleiðarar

Leiðslubygnaðurin á Umhvørvisstovuni er nú við at verða komin undir land

Nýggir deildarleiðarar eru:

Petur Nielsen, landmátari, kemur at hava leiðandi ábyrgd av øllum lendisfyrisitingarliga virkseminum á stovninum. Núverandi leiðarin av Lendi, Bjarni Hansen, hevur biðið um at vera loystur úr starvi sum leiðari, nú hann er vorðin 67 ár. Hann gevst sum leiðari 1. august, tá Petur tekur við. Arbeiðið umfatar framhaldandi at menna eina vælvirkandi fyrisiting innan matrikulera umsiting, útskifting og planlegging. Petur hevur drúgvar royndir innan hesi virkisøkir. Hann hevur frammanundan verið við til at uppbygt Føroya DátuSavn.

Maria Dam, evnafrøðingur, Dr. Scient. kemur at hava leiðandi ábyrgd av virkseminum innan gransking og umhvørviseftiransing. Maria hevur drúgvar royndir innan umhvørvisevnafrøði. Virkisøkið er at menna og útinna umhvørviskanningar og umhvørviseftiransing av dálkandi evnum, og at kanna og ávísa árin av dálkandi evnum.

Susan V. Danielsen, skrivstovuleiðari, kemur at hava leiðandi ábyrgd av samskipaða skrivstovuvirkseminum á stovninum. Skrivstovusamskipanin tekur sær eisini av tinglýsing og fólkayvirliti. Súsan hevur drúgvar royndir frá skrivstovuarbeiði m.a. innan tinglýsing.

Jóhanna Olsen, lívfrøðingur, kemur at hava leiðandi ábyrgd av  umhvørvisverndarfyrisitingini á stovninum og at fáa ment eina framtíðar náttúrufyrisiting og eitt vælvirkandi fyrisitingarøki innan góðkenningar, eftirlit og umhvørvishagtøl. Verndardeildin fyrisitur lóggávu um umhvørvisvernd, havumhvørvi og líknandi

Nýggi stovnurin er skipaður í deildirnar: Skrivstovusamskipan, Vernd, Lendi, Kort & Skráir, Gransking, Náttúrusøvn og Viðarvøkstur & Frílendi.

Hinir deildarleiðararnir eru Stein Fossá, sum varðar av Kort og Skráum, meðan landsskógarvørðurin Tróndur G. Leivsson er deildarleiðari fyri Viðarvøkstri og Frílendi.

Virkisøkið Náttúrusavn er ikki skipað sum partur av leiðsluni á Umhvørvisstovuni, men sum ein serstøk eind. Anna Maria Fosaa hevur leiðsluábyrgd av plantusavninum og Dorete Bloch hevur leiðsluábyrgd av djórasavninum.