Nýggir deildarleiðarar á Umhvørvisstovuni
Umhvørvisstovan hevur sett tveir nýggjar deildarleiðarar á ávíkavist Matrikuldeildini og deildina fyri Tinglýsing og landsfólkayvirlit.
Malene Egeberg Jacobsen er sett í starv sum leiðari á deildini Tinglýsing og landsfólkayvirlit
Malene er løgfrøðingur og 42 ára gomul. Hon hevur drúgvar royndir sum advokatskrivari, og harvið góðan kunnleika um keyp og sølu av fastari ogn. Sum løgfrøðingur hevur hon arbeitt sum fulltrúi hjá Brúkaraumboðnum og á Umhvørvisstovuni. Frá vári 2015 hevur Malene verið virkandi deildarleiðari á Tinglýsing og Landsfólkayvirlit.
Ronnie Thomassen er settur í starv sum deildarleiðari á Matriklinum
Ronnie er 49 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í almennari fyrisiting. Ronnie hevur verið í starvi á Umhvørvisstovuni sum fyrisitingarligur ráðgevi síðani ársbyrjan 2008, og síðani á sumri 2014 verið virkandi deildarleiðari á Matriklinum. Ronnie hevur áður verið fulltrúi í táverandi Almanna- og heilsumálaráðnum, og hann hevur eitt nú starvast í Sjónvarpinum.
Tey taka bæði formliga við starvinum 1. jan. 2016.